Bush eigur ikki at fara til Beijing

Limir í Umboðsmannatinginum í Washington mæla forsetanum frá at fara til Beijing í sambandi við olympisku summarleikirnar har -Forsetin eigur ikki at fara til OL í Beijing orsakað av kinesiska áganginum í Tibet, skriva 15 limir í Umboðsmannatinginum í einari áheitan á George W. Bush.

Umframt ta harðrendu framferðina í Tibet nevna teir 15 eisini, at Kina hevur gott samband við Sudan, og at landið kúgar mannarættindafelagsskapir.

Nancy Pelosi, sum er formaður í Umboðsmannatinginum, hevur fyrr biðið Bush endurskoða avgerðina at fara til OL í Beijing. Forsetin hevur svarað, at OL er ítróttur og ikki politikkur.