Oddagrein
Bush er komin í álvarsligar trupulleikar og stendur fyri skotum frá øllum síðum. Fyri handfaring sína av krígnum í Irak, av vali av nýggjum hægstarættardómara, fyri væntandi leiklutin í herviligu ódnini herfyri og nú fyri ólógliga virksemið millum sínar næstu embætismenn og hjá leiðandi republikanarum í lóggevandi tingunum. Kring allan heim havast politikarar og pressan at Bush. Eisini høgravenda pressan í Danmark tekur undir við kritikkinum og sunnudagin skrivar konservativi Berlingarin eina hvassa oddagrein móti Bush. "Plamegate er et symptom på forfaldet i Bushs ledelse og præsidentens mænd betaler prisen for moralsk skråplan" skrivar blaðið. Vit skulu ikki her reksa upp øll málini, har Bushstjórnin hevur gjørt seg seka í bæði maktmissbrúki, skeivari information og vanvirðing av tí sanna demokratiinum. Tað kennast tey flestu við frá mongu útlendsku loftmiðlunum.
Hvønn týdning ella áhuga hevur hetta so fyri okkum í Føroyum? Kann tað ikki vera okkum tað sama, hvussu ein amerikanskur forseti tíggjar sær? Eftir okkara tykki eigur hetta at hava okkara áhuga. Hóast føroyski almenningurin ikki ger nógv hóvasták burtur úr tí, sum hendir rundan um okkum, so síggjast av og á viðmerkingar serliga frá fólki, sum taka undir við Bush og síggja hann sum veruliga verjan av okkara vesturlendsku samfeløgum. Hesi fólk eiga at steðga á og geva sær gætur, hvat í veruleikanum hendir í USA, á Capitol Hill í Washington og annars handan leiktjøldini. Tað kunnu tey m.a. við at fylgja við á BBC skíggjanum.
Henda heimsgitna útvarps- og sjónvarpsrás gevur okkum eitt sera gott innlit í tað, sum hendir í "Gods own country". Eitt nú hava danska DR2 og SVF filmsrøð um baklandið og ideologiska grundarlagið hjá Bush, tey neokonservativu. Filmsrøðin hevur eina gjøgnumgongd av teimum neokonservativu í USA og teimum mest víðgongdu muslimunum í arabiska heiminum. So løgið tað kann ljóða fyri okkum, er her ein líkheit, nevniliga hon, at bæði tey neokonservativu og ekstremu muslimarnir brúka sama vápn í royndunum at fáa og varðveita vald. Hetta vápn er ótti. At skapa ótta í einum og hvørjum. At undirgrava veruliga og sanna demokratiið við teimum mest tvitnu vápnunum at vísa á, hvussu vandamikil tey sokallaðu tegoistisku liberalismu er fyri ávikavist eitt kristið USA og eitt islamiskt samfelag.
Um vit vilja tað ella ikki, so hava vit her við fundamentalismu at gera. Veruleikin, sum m.a. kemur fram í hesum BBC sendingum, er tann, at tú hevur religiøsar fundamentalistiskar kreftir og valdsharrar í USA øðrumegin og í muslimskum londum hinumegin, sum als ikki ynskja frælsi fyri tann einstaka. Sum vilja trútta/tvinga niður í øll onnur teirra egnu og einastu tulking av sannleikanum. Hugsið um tey mongu á demokratiska og humanistiska vonginum í USA, sum eru gjørd til fíggindar av USA, hvussu hesi eru fyri bakbiti. Tá orðið liberalur verður brúkt sum ókvæmisorð í hesum samanhangi, so fevnir tað um øll tey á miðjuni og báðumegin miðjuna á tí politiska ásanum, um tey intellektuellu, um listafólkini, tey, sum vit eisini vanliga nevna humanistar.
Royndirnar hjá Bush at broyta ta so týðandi "javnvágina" í Hægstarætti við at seta tveir sera konservativar dómarar er bara ein partur av hesi óhugnaligu gongd, sum skal geva teimum neokonservativu fundamentalistunum alt valt í USA. Hetta er ein gongd, sum eisini vit í Europa, eiga at hava eina meining um og berjast ímóti.
Sosialurin