Amerikanska lógin heimilar tí fráfarandi forsetanum at seta í gildi ymsar reglur, og hóast tær hava sama gildi sum lógir, nýtist honum ikki at leggja tær fyri Kongressina. Sambært bretska blaðnum The Observer ætlar Bush at brúka hesa heimildina til at seta í gildi ymsar reglur, hóast tær ganga ímóti tí, sum eftirmaður hansara ætlar.
Millum annað ætlar Bush at staðfesta nakrar kunngerðir á umhvørvisøkinum, sum ganga beint ímóti hugsjónunum hjá Barrack Obama. Eitt nú geva nýggju reglurnar orkuverkunum munandi rúmari ræsur at dálka enn tað, sum Obama ætlar at krevja av teimum. Í øðrum førum snýr tað seg um rættin til at brúka vápn og rættindini hjá kvinnum til fosturtøku.
Tað er vanligt, at fráfarandi forsetin í USA brúkar heimildina at seta í gildi kunngerðir uttan um Kongressina, men sambært The Observer brúkar Bush heimildina munandi meiri enn undanmenninir Bill Clinton og Bush eldri. Sambært blaðnum er í fleiri førum talan um, at forsetin gevur sínum stuðlum í amerikanska vinnulívinum eina samsýning, áðrenn hann fer frá.