Bush ræðist rættarmál

Fyrrverandi amerikanski forsetin George W. Bush hevur avlýst eina ætlaða ferð til Sveis fyri at sleppa undan at verða drigin fyri rættin og ákærdur fyri píning. Sum skilst skuldi Bush koma til Sveis tann 12. februar at halda røðu á einum jødiskari samkomu í Genéve. Men vitjanin er avlýst, tí fleiri mannarættindafelagsskapir hava hótt við at stevna fyrrverandi forsetanum.

Felagsskapirnir hava boðað frá, at mánadagin fara teir at lata rættinum í Genéve eina 2.500 síður langa frágreiðing, sum eftir teirra tykki prógvar, at fangar úr Afghanistan, Irak og øðrum londum eru illa viðfarnir í fangaleguni í Guantanamo.

Samstundis høvdu vinstrasinnaðir felagsskapir boðað frá mótmælisgongum í Sveis í sambandi við vitjanina hjá Bush.

Felagsskapurin, sum skipar fyri jødisku samkomuni í Genéve, avsannar, at George W. Bush hevur avlýst ferðina, tí hann er bangin fyri einum møguligum rættarmáli.

Reed Brody, sum er talsmaður fyri mannarættindafelagsskapin Human Rights Watch, er hinvegin ikki í iva um, hví Bush hevur avlýst Sveis-ferðina.

-Hann roynir at sleppa undan at verða lagdur í hondjørn, sigur Reed Brody við Reuters.