Fyri fyrstu ferð í mong ár hevur ein amerikanskur forseti ringt til libyska einaræðisharran Tað var í gjár, at George W. Bush, forseti, prátaði í telefon við Moammar Gaddafi.
Teir báðir tosaðu um, hvat kann gerast fyri at bøta um viðurskiftini millum USA og Libya, nú Libya hevur goldið 1,5 milliard dollarar í endurgjaldi fyri yvirgang, sum landið er sett í samband við.
Pengarnir eru settir í ein grunn, og teir skulu brúkast til endurgjald fyri bumbuatsóknina at einum Pan Am-flogfari uppi yvir skotska býnum Lockerbie í 1988 og eina bumbuatsókn nat einum diskoteki í Vesturberlin tvey ár frammanundan.