Amerikanski forsetin, George W. Bush, ætlar sær til Bejing í sambandi við olympisku summarleikirnar har seinni í ár. Talskvinnan hjá Hvítu Húsunum, Dana Perino, sigur við AP, at seinast hon tosaði við forsetan um olympisku leikirnar, segði hann, at hann ætlaði sær til Kina tá. Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, segði um vikuskiftið, at hann hevur ikki tikið avgerð enn, hvørt hann fer til Kina í sambandi við olympisku leikirnar ella ikki. Sarkozy vísti á kinesisku framferðina í Tibet og mælti kinesisku stjórnini til at tingast við Dalai Lama um støðuna.