Bæði hjá Stjørnuni og hjá Tjaldri verður nógv gjørt fyri at reka fólk til Havnar leygardagin. Viðhaldsfólk hjá Stjørnuni fara við bussi úr Klaksvík klokkan 11.30, og skal tilmeldan til hetta fara fram hjá nevndini áðrenn fríggjakvøldið klokkan 20. Eisini í Tjaldri verður skipað fyri bussferð, og har hevur nevndin boðað frá, at fjepparar skulu møta við høllina í Runavík, haðani koyrt verður klokkan 11.30.