- Bussleiðin í Havn skal vera grøn

El-bussar skulu eftir ætlan mynda bussleiðina í Tórshavnar kommunu

Í síðstu viku var greitt, at bussleiðin í Tórshavnar kommunu fær nýggja ferðaætlan. 1. apríl fara bussarnir fara eisini at koyra leygardagar og sunnudagar, og ein nýggj leið kemur at síggja dagsins ljós. Les meira um tað HER.

 

Hetta verður ein royndarskipan, sum síðani verður eftirmett í sambandi við komandi útbjóðing av Bussleiðini í 2020. Tá er ætlanin eisini, at El-bussar skulu mynda bussleiðina í Tórshavnar kommunu.

 

- Tá Bussleiðin seinni verður boðin út og verandi bussar skulu skiftast, tá verður spurningurin um el-bussar sjálvandi tikin til viðgerðar. Eingin ivi skal vera um, at komandi Bussleiðin í Tórshavnar kommunu í næstu útbjóðing verður ein grøn Bussleið, sigur Jákup Dam býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd.