Bussleiðin skal røkjast og mennast

Bussleiðin í Tórshavnar kommun varð kosin “Besta átak 2008”. Metingarnevndin segði m. a., at “Virðislønin verður givin fyri eitt serliga framskygt átak, sum fremur nýhugsan og er ein jalig fyrimynd fyri onnur”

Henda heiður eru vit í býráðsleiðsluni sera fegin um og stolt av. Tað er sera umráðandi, at vit framhaldandi røkja og menna Bussleiðina. Umframt at tað er ókeypis at koyra buss, hava vit økt um túratalið í Havn, úr tveimum upp í tríggjar ferðir um tíman. Næsta stigið má verða at økja um túratalið til Kollafjarðar, Kaldbak, Kirkjubø og Velbastaðar. Somuleiðis at endurskoða ferðaætlanina á kvøldi og í vikuskiftunum.

Í 2010 gongur verandi sáttmáli út, tí er umráðandi, at nývalda býráðið beinanvegin fer undir at endurskoða og fyrireika broytingar í skipanini.

Vit í Javnaðarflokkinum halda “kósina”. Vit vilja framvegis hava Bussleiðina ókeypis og virka fyri, at hon røkkur út til allar borgarar í kommununi. Við eini vælvirkandi bussleið røkka vit somuleiðis málinum, um at minka um Co2 útlátið til frama fyri eini reinari kommunu.