Bussleiðin - stóran týdning fyri kommununa

-men tað heldur sambandsmaðurin ikki

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi, býráðslimur í Tórshavnar býráðið, forkvinna í teknisku nevnd
-----
Sambandsmaðurin í býráðnum, ella minnilutin í minnilutanum, ger sær dælt í fjølmiðlunum um dagarnar av, at vinnarin av høvuðsvinniginum í lýsigarátakinum fyri Bussleiðina, hevur sett vinningin á sølulista. Hetta er eitt grovt álop á frælsi hins einstaka. Ein og hvør vinnari hevur sítt fría frælsi til at selja vinningin ella gera við hann, akkurát sum honum listir. Javnan eru bæði flogseðlar, uttanlandsferðir, atgongumerkir o.a. vinningar at síggja á sølulistum. Sambandsmaðurin, ið er sambygdarmaður mín, átti eisini at minst afturá, tá ið vit høvdu basar og aðra innsamling fyri sóknarkirkjuna í Kirkjubø heilt aftur í 1966, har høvuðsvinningurin var ein Ford Taunus, sí hjálagda lutaseðil. Vinnarin hevði ikki brúk fyri Fordinum, og seldi hann tískil, sum vituligt var.
Eisini kallar sambandsmaðurin lýsingarátakið fyri Bussleiðina fyri eina jubii-jubii ørvitiskampanju. Eftir øllum at døma trýr sambandsmaðurin ikki uppá eina Bussleið við ongum ferðaseðlum, har tann ferðandi frítt kann stíga inn í bussin uttan at skula hava taldan pening uppi á sær. Nei, hesum heldur sambandsmaðurin hánt um, hóast at nógv bendir á, at hetta er nakað, sum heimurin uttanum okkum trýr uppá er tann rætta leiðin er at ganga.
Nýggja Bussleiðin fór av bakkastokki fyri knøppum ári síðani, við 14 spildurnýggjum bussum og einum lýsingarátaki. Samstundis varð ætlan løgd fyri at seinna lýsingarátkið skuldi vera í vár. Endamálið er og verður alla tíðina at fáa fleiri og fleiri at koyra við bussunum. Og við nýggju tøknini, eini sjálvvirkandi ferðafólkateljuskipan, ið telur eftir hvørja fer onkur fer út úr bussinum og onkur kemur inn í bussin, fer at bera til at fáa eina enn betri Bussleið, sum tænir fólkinum best. Skipanin fer at geva neyv hagtøl, og hon leggur sostatt støði undir og gevur møguleikan at gera tey røttu inntrivini fyri at økja um nyttuvirðið av Bussleiðini.
Endamálið við eini Bussleið uttan ferðaseðlar.
Endamálið við ókeypis busskoyring, ella eini Bussleið uttan ferðaseðlar, er at økja um nýtsluna av bussunum og samstundis at flyta nakað av privatbilferðsluni yvir á kollektivu ferðsluna.
Eisini er endamálið at ala børnini upp til á ein natúrligan hátt at brúka bussarnar, heldur enn at verða koyrd til og frá skúla, ítrótti, frítíðarvirksemi o. ø. í privatbili.
Eitt annað týdningarmikið sjónarmið er, at færri tal av bilum soleiðis verður í býnum, sum somuleiðis bøtir um parkerings møguleikarnar.
Danski stovnurin Teknologirådet hevur eisini viðgjørt spurningin um ókeypis býarbussar í drúgvu frágreiðingini “Gratis offentlig transport”, har sagt verður m.a.:
“Tað er breið semja ímillum sakkøn um, at samfelagsbúskaparligir fyrimunir eru at heinta við at flyta privabilismu yvir á almenna ferðslu. Hildið veður, at samfelagið í síni heild vil vinna við at gera almennu ferðsluna ókeypis. Ikki við beinleiðis avlopi, men útfrá eini heildarætlan og eini langtíðar samfelagsbúskaparligari meting, har tann vantandi ferðaseðlainntøkan kann verða vigað upp við færri útreiðslum á øðrum økjum.”
Kanning av Bussleiðini
Kanning sum er gjørd av Bussleiðini sigur m.a. at, samlaða ferðafólkatalið er hækkað. Royndirnar vísa, at við fleiri leiðum, verður ferðafólkatalið nógv økt, tí tænastan sum heild verður betrað.
At tey, sum vinna minst pening, koyra mest buss, undrar kanska ikki so nógv. Men í kanningini er eisini áhugavert at síggja, hvussu javnt tað er millum teir næstu tveir inntøkubólkarnar. Her síggjast tí týðiligir vakstrarmøguleikar fyri alt samfelagið.
Kanningin vísti somuleiðis á, at eitt átak, ið hevði til endamáls at upplýsa fólkum, hvussu ”dýrt” tað er at brúka bilin, kundi broytt hugburðin, soleiðis at enn fleiri fóru at nýta Bussleiðini.
Sambandsmaðurin, minnilutin í minnilutanum, heldur hánt um Bussleiðina, og tað verður tí ikki við hansara stuðli, at vit fáa eina betri Bussleið í Tórshavnar kommunu. Ei heldur er tað gingið upp fyri honum, hvussu ómetaliga stóran týdning Bussleiðin í veruleikanum hevur fyri kommununa – menna vit hana rætt, kann hon við tíðini gerast ein lívæðr í kommununi.
Sjálv eri eg serstakliga errin av Bussleiðini, tí tað fall í mín lut, sum forkvinna í teknisku nevnd í 2006, at reisa málið í sambandi við endurskoðanina av Bussleiðini. Og fari eg framhaldandi at arbeiða fyri eini enn betri Bussleið í Tórshavnar kommunu.