Bussterminalur í Steinatúni

- Ein terminalur fer at skapa væl av virksemi og nógv lív í miðbýnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Sum partur av ætlanini at gera atkomuhæddina í gamla bankabygninginum í Niels Finsens gøtu 17 meiri útvenda og opna, er farið undir fyrireikingarnar. Ætlanin er at gera bygningin til eitt møtistað, ein bussterminal við ymiskum útvendum hentleikum.

 

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu hin 20. apríl í ár. Lagt verður aftrat, at ætlanin inniber smávegis tillagingar, og ynskiligt er at varðveita bygningin í størst møguligan mun.

 

Á býráðsfundi hin 19. apríl í ár varð ætlan fyri kjallaran og atkomuhæddina løgd fram, og her verður apotek, kunningarstova, stórt torg til uppihald, framsýningarhøli og kafe. Í kjallaranum verða eitt nú almenn vesi.

 

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, fegnast borgarstjórin, Heðin Mortensen, um hesa ætlanina. Hann sigur, at talan verður um ein bussterminal fyri Steinatún, sum samstundis loysir upp fyri fleiri trupulleikum, sum hava verið í samband við innivist fyri ávísar tænastur.

 

- Nú fáa vit ein veruligan skáa í miðbýnum, eitt stórt torg til innandura uppihald, har fólk kunnu detta innar, kroka, síggja listaframsýningar ella fáa sær ein drekkamunn.

 

Heðin Mortensen sigur, at Tjaldurs Apotek hevur áhuga at gera eina deild á hæddini, og kunningarstovan Visit Tórshavn flytir niðan, nú Gamli Bókahandil fer at víðka sítt virksemi.

 

- Hetta fer at skapa væl av virksemi og nógv lív í miðbýnum, sigur borgarstjórin.