Í minsta lagi 51 fólk eru deyð í einari herviligari bussvanlukku í Guatemala. Tað sigur eitt talsfólk fyri sjálvbodnað sløkkiliðið í landinum.
Vanlukkan hendi í morgun lokala tíð í útryðjuni av høvuðsstaðnum, Guatemalabýi.
Sambært AP-tíðindastovuni vóru eisini børn í bussinum, tá vanlukkan hendi.
Sagt verður, at bussurin fór út av einari brúgv eftir ein ketusamanstoyt og endaði í einari á. Lokalir miðlara halda, at nøkur av fólkunum í bussinum druknaðu.
Forsetin í Guatemala, Bernardo Arévalo, hevur lýst landasorg eftir vanlukkuna. Hann heitti eisini á herin í landinum um at hjálpa til við arbeiðnum á vanlukkustaðnum.
Sagt verður, at 75 fólk vóru í bussinum, sum fór út av brúnni og endaði í ánni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##