Bústaðir: Stýrið tók sjálvt avgerðina

Stýrið í Bústøðum tók sjálvt avgerðina um at umskipa stýrið – og tað var gjørt áðrenn nøkur boð komu frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu

Tað sigur nýggja stýrisforkvinnan í Bústøðum, Anna Maria Joesen, við Kringvarpið í tíðindunum á middegi.

 

Hon segði við Kringvarpið, at avgerðin varð tikin, tá landsstýriskvinnan í gjárkvøldið í Degi og viku boðaði frá, at hon fór at taka stig í málinum. Tað vóru nøkur formlig viðurskifti, sum skuldu fáast upp á pláss, áðrenn landsstýriskvinnan fekk boðini, segði forkvinnan.

 

Spurd um tíðindaskrivið, sum Bústaðir sendu út í síðstu viku, sum tað seinni vísti seg at vera formaðurin í sjálvdrátti, sum hevði sent út, hevði hon ongar viðmerkingar. Har varð annars boðað frá fleiri verkætlanum um stovnar til Almennaverkið, sum hvørki Almannaverkið ella leiðsla og nevndarlimir í Bústøðum vistu nakað um. Har var eisini sagt, at Bústaðir stevna ímóti gjaldføriskreppu. Heldur ikki tað, vildi nýggja forkvinnan gera viðmerkingar til.

 

Stýrið fyri Bústaðir er nú skipað soleiðis:

 

Anna Maria Joensen, forkvinna

 

Emmy Joensen

 

Una Joensen

 

Regin Djurhuus Hammer

 

Tom Silvurdal