Formel-1 liðið hjá Brawn togaði seg enn nærri einum óvæntaðum HM-sigri, tá Jenson Button koyrdi fremstur frá byrjan til enda í spanska Grand-Prix’num. Dagurin hjá Brawn gjørdist enn betri, tá liðfelagin hjá Button, Rubens Barrichello, kom á mál sum nummar tvey. Og verri gjørdist tað ikki, tá talan var um sanna rok-koyring, har Toyota ikki fekk nakran bil í mál, meðan Red Bull fekk ein bil inn sum nummar fýra. Button hevur nú 41 stig eftir fyrstu fimm kappkoyringarnar. Á øðrum plássi er Barrichello við 27 stigum.
Tíðindi
VB 120 ár á baki
Tíðindi