Býarbókasavnið í Havn longri opið

Býarbókasavnið og kaffistovan á bókasavninum hava nú opið um kvøldið og sunnudag. Framyvir verður bókasavnið opið mánadag til hósdag frá klokkan 9 til 21, fríggjadag frá klokkan 9 til 18, leygardag frá klokkan 10 til 16 og sunnudag frá klokkan 14 til 17.

Býarbókasavnið letur upp longu klokkan 9 gerandismorgnar. Hetta ger tað høgligari hjá teimum, sum hava tørv á bókasavnstænastu frá morgunstundini og hjá teimum, sum bara hava brúk fyri at koma undir tak í gongugøtuni, tá ið veðrið er ringt.

– Býarbókasavnið hevur í eina tíð kent til ein tørv á at hava opið út á kvøldi. Serliga er tað frá lesandi og skúlanæmingum, sum tørva eitt stað, men tað hevur eisini verið eitt ynski frá fólki, sum av ymsum ávum ikki hava so góðar umstøður at brúka bókasavnið í vanligari arbeiðstíð.

Leygardag er Býarbókasavnið nú opið tveir tímar longur út á seinnapartin. Ivaleyst fegnast serliga barnafamiljur um hetta, men kanska eisini tey, sum vilja hava betri stundir at hugdýpa seg í stóru vikuskiftisdagbløðunum ella øðrum tilfari á Býarbókasavninum. Harumframt verður nú opið sunnudag frá 14-17 soleiðis, at borgarin eisini sunnudag hevur atgongd til bókasavnstænastu, ájavnt við onnur mentanar- og frítíðartilboð í kommununi.