Bye Bye Blue Bird

Í kvøld verður filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird frumsýndur í Føroyum. Filmurin hevur verið sýndur í Danmark, men nú fáa føroyingar høvi at síggja nýggjasta filmin hjá Føroya einasta filmsleikstjóra

Dagfinn Olsen


Filmurin snýr seg um tvær vinkonur, ið vitja heim til Føroya.

Á uppslagnum, ið lýsir filmin, verður sagt, at tær vistu ikki, hvørjum tær leitaðu eftir, men tær funnu tað!

So stutt kann innihaldið lýsast. Fara vit eitt sindur longur, uttan at avdúka ov nógv, so kann sigast, at talan er um ein road movie, sum er upptikin á føroysku landavegunum. Tann vakra og bergtakandi náttúran verður sett uppímóti tí sjálvsøknu og erpnu atferðini hjá gentunum.

Eftir at hava verið uttanlands í fleiri ár, venda tær báðar Rannvá og Barba heim aftur til Føroya fyri at avklára fløktu støðuna í familjunum. Skjótt fáa tær tó trupulleikar, serliga við fosturpápa Barbu, og tær flýggja.

Tær koma í ferðalag við arbeiðsleysa fiskimanninum Rúna, ið hevur bil. Eisini hann hevur trupulleikar, sum hann tó helst ikki tosar um. Biltúrurin eftir 1000 kilometra langa føroyska landavegnum í gamla Ford Granada bilinum, við sebrastríputum setrum, vísir seg at verða ein filmur um dupultmoral, brostnar dreymar, eydnuleysar lagnur og um at finna sjálvan seg.

Filmurin er upptikin í Føroyum og náttúran er ramman og mótspæl mótvegis hástóru atferðini hjá gentunum. Ein upplivir føroysku bygdina anno 1999.

Genturnar hava arbeitt sum modell og heima í lítla heimlandinum í sermerktum klæðum halda tær lítið um alt og øll.

Túrurin við Rúna norðureftir gerst ein longri ferð, tí hann hevur ørindir her og har. Tey hitta eina rocksangarinnu, ið hevur sæð betri dagar, missiónskar abbar og ommur, tyst eldri mannfólk eftir eitt avhaldsbrúdleyp, ein ?jesus-wannabe? og lík frá farnum tíðum spøkja. Og hvør er Rúni í grundini? Hvat jagstrar hann og hví kemur hann altíð avbardur aftur eftir síni ?ørindi??

Søgan er søgd í lívsjáttandi blandi av álvara og skemti og leikstjórin verður sagdur at vera í hópi við filmskaparum sum Jim Jarmusch, Aki Kaurusmäki, Hal Hartley, Fridrik Thor Fridriksson og Mike Leigh.

Tónleikin í filminum eigur íslendingurin Hilmar Örn Hilmarsson.

Høvuðsleikarar eru Hildigunn Eyðfinnsdóttir, Sigri Mitra Gaïni, Johan Dalsgaard og Peter Hesse Overgaard.

Edward Fuglø hevur staðið fyri scenografi og búnum.


Einasti filmsleikstjórin

Katrin Ottarsdóttir er einasti føroyski filmsleikstjórin. Í hesum filminum hevur hon havt møguleika at arbeiða við føroyskum leikarum, m.a. egnu dóttir síni, Hildigunn, á føroyskari grund og á føroyskum.

Katrin er litríkur persónur, ið hevur livað eitt lív við mótsetningum. Mangar av kreppunum í filminum kennur hon frá sær sjálvari. Bert 17 ára gomul fekk Kartrin dóttir sína og gjørdi av at flyta til Danmarkar.

- Vil ein bróta út, t.d. úr normum, so er tað einasta at gera at flyta úr Føroyum. Her er ov lítið og trongt. Eg merkti, at eg varð sett í bás, nú eg hevði fingið barn á so ungum aldri. Eg vildi burtur og fór til Keypmannahavnar at lesa.

Katrin byrjaði at lesa bókmentir á Lærda Háskúlanum, men fall ikki til og byrjaði á filmskúlanum. Kendi seg innantóma, eftir lokna útbúgving.

- Eg kendi, at eg hevði havt ein ov skundmiklan ungdóm og okkurt skuldi náast. Eg leitaði í punk-umhvørvið, har kreativiteturin blómaði.

Í 1984 leitaði Katrin heim aftur til Føroya og tað var ikki lætt.

- Eg var skeptisk og bangin, eftir so nógv ár í Danmark. Tað tekur langa tíð at falla til aftur og tað gongur upp fyri einum, at ein veit ikki um ein hoyrir heima í Danmark. Men heimkomin upplivir ein, at ein heldur ikki rættiliga hoyrir heima har. Ein er í ongamannalandi og hoyrir ikki til nakrastaðir.

Eftir eitt ár heima, har hon m.a. var við til at byrja føroyskt sjónvarp, fór hon aftur til Danmarkar. Fyrst tl Haderslev at undirvísa. Síðani gekk leiðin aftur til Vesturbrúgv, har hon fór í gongd við fyrireikingarnar til fyrsta filmin ?Atlantic Rhapsody?. Í dag býr Katrin í Reerslev nærhendis Roskilde.