Bygd á 200 fólk mannar 10-mannafar

Teir, sum rógva við Nólsoyingi, venja í Havn, men í kvøld høvdu teir róð sær ein túr út til Nólsoyar.

10-mannafarið Nólsoyingurin, sum í sínari tíð vann bæði stevnur og FM-heiti, er aftur mannaður í ár við ungum monnum. Tað tekur tíð at venja nýggja manning og manningin, sum mannar bátin, brúkar nógv av síni frítíð til venjingar.

 

Higartil í ár er Nólsoyingurin endaður aftastur av 10-mannaførunum á teimum báðum fyrstu FM-stevnunum, norðoyastevnu og sundalagsstevnu. Men, tað var eisini tann tíð, tá teir fyrstu, sum mannaðu 10-mannafarið Tívil, sum fyrst varð læntur og seinni keyptur og fekk navnið Nólsoyingurin, vóru óroyndir á báti.

 

Og tó. Skjótt gekk framá, og tað gekk ikki long tíð, til 10-mannafarið, mannaður við nólsoyingum, var í oddinum og vann bæði stevnur og FM-heiti í kappróðri.

 

Teir, sum rógva við Nólsoyingi í ár, venja í Havn, men í góðveðrinum í kvøld høvdu teir róð sær ein túr út til Nólsoyar og vandu startspurtar á víkini. Á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - liggja myndir av báti og manning, og tað eru tey, sum halda tað vera flott av eini bygd, sum telur umleið 200 fólk, at manna eitt 10-mannafar.

 

Nólsoyingurin er sera vakur bátur og tá menninir, sum í nógv ár - fyri ikki at siga øll árini - hava róð í reyðum troyggjum, gongur hetta líka sum upp í eina hægri eind. Og hvør veit, um ikki eisini hesir ungu menn, sum nú manna bátin, fara at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind, sum summarið líður, og fleiri stevnur stunda til.