Í alt 28 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.
Bólkurin BYGD til BÝ hevur gjørt eitt spæl, sum skal menna føroyska mentan, við at læra um mál, søgur og sagnir.
Tær hildu at tey føroysku børnini vita ov lítið um føroyskar søgur og sagnir, og tí vildu tær gera okkurt við hendan trupulleikan. Bólkurin, BYGD til BÝ, eru úr 9. flokki í Eysturskúlanum og stovnararnir eru; Anna Helena, Signa, Bjalla og Fía. Lærararnir hjá teimum eru Birna Berglind og Johann Jansson Petersen.
##med2##
Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at bólkurin hevur skapt eitt gjøgnumført og kreativt spæl, og megnar at læra børn og ung um mentan, mál og landalæru, sum er sera týdningarmikið fyri eitt og hvørt land. Hetta vil skapa størri mentanarfatan og eisini menna samfelagið sum heild.
Vit ynskja BYGD til BÝ hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan.
##med3##