Bygda-og ítróttarhús fyri 13-14 miljónir

- Øll tey formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, men sjálvur byggisáttmálin er ikki undirskrivaður, sigur Jógvan í Skorini.

Eiðis kommuna hevur fingið nýggjan og snotuligan fótbóltsvøll í Hólmanum, og kommunan hevur eisini samtykt at byggja eitt kombinerað bygda-og ítróttarhús við fótbóltsvøllin.

 

- Øll tey formligu viðurskiftini við húsinum eru komin upp á pláss, tekningarnar eru góðkendar, men sjálvur byggisáttmálin er ikki undirskrivaður.

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, væntar, at byggitíðin verður einar 10-14 mánaðir frá tí, at arbeiðið er byrjað, og ætlandi fer arbeiðið í gongd sum skjótast, soleiðis at húsið stendur liðugt næsta summar.

 

Tað verður Eiðis kommuna, sum kemur at eiga bygda-og ítróttarhúsið, sum umframt at verða karmur um fasilitetir til ítróttarvirksemi við skiftirúmum og brúsum, eisini fer at hava ein veitslu-og samkomusal til 250-300 fólk.

 

- Haraftrat verða tvær stovur bygdar til frítíðarskúla, eins og venjingarrúm á umleið 100 fermetrar verður til bygdafólkið við ymiskum maskinum.

 

Borgarstjórin sigur, at ætlanin er at keypa nýggjar maskinur til venjingarhølini, og hesar koma helst at kosta einar 400.000-500.000 krónur.

 

Hann vísir á, at bygda-og ítróttarhúsið verður umleið 900 fermetrar stórt, og kostnaðurin fer væntandi at liggja um einar 13-14 miljónir krónur.

 

Í nýggja húsinum verða eisini áskoðarapláss.

 

- Eg haldi, at fólk eru glað fyri nýggja fótbóltsvøllin, og her er longu komið lív í. Fleiri av barnavenjingunum hjá EB/Streymi eru her, tí børnini venja hvør sær og hava eina felags venjing um mánaðin. Onkur av lægru vaksnamannadeildunum hava eisini leikt dystir á vøllinum.

 

Hann sigur, at fótbóltsvøllurin hevur verið nógv brúktur, og nógv fólk hava verið og hugt, tá ítróttartiltøk hava verið.

 

Jógvan í Skorini vísir á, at onkur teirra, sum var ímóti ætlanini at byggja fótbóltsvøllin, sum annars liggur á ógvuliga náttúruvøkrum staði, fýltist á, at kommunan brúkti so nógvan pening upp á hesa verkætlan.

 

- Tá fólk hoyra, at fótbóltsvøllurin er fíggjaður yvir raksturin, og at hann er liðugt goldin, eru nærum øll samd um, at hetta var ein røtt íløga at gera, sigur borgarstjórin.