Tey seinastu árini hevur undirritaði funnist nógv at avbygdarfólki/býarfólki, ið leita sær til Havnar á morgni - tað veri seg til arbeiði, starv, lesnað, læru og til frítíðarítriv. Tað, sum ein hevur ímóti avbygdarfólki/býarfólk, tað er, at hesi fáa framíhjárættindi til omanfyrinevndu møguleikar, meðan okkara egnu borgarar í Tórshavnar kommunu eru við skerdan lut, ið ein ikki kann góðtaka.
Tað, sum hesi avbygdarfólk/býarfólk hava brikslað einum í tí dagliga kjakinum, er, at tað eru tey, ið uppihalda miðstaðarvirkseminum, hesum er ein slett ikki samdur við teimum í. Tað er tíverri so, at støðan er, at tað er Havnin og Suðurstreymoy, ið uppiheldur avbygdar/býarfólki við sínum skipaðum virksemi, sum omanfyri nevnt. Tað, sum ein hevur ført fram í tí dagliga kjakinum, er, at um hesi ikki fingu slíkar virkismøguleikar, so hevði tað fingið avleiðingar fyri tey, um tey arbeiðstøku/leysu í miðstaðarøkinum í staðin fyri høvdu fingið arbeiði. Tí fer ein at vísa á týdningin av at arbeiða fyri bygdarmenning, so at partar av almanna lands, -ríkis, -privatu fyrisitingunum verða skipaði úti í kommununum, soleiðis at fólkið kann støðast úti í kommununum í staðin.
Tað er eitt, ið verður funnist at, at avbygdar/býarfólki hevur sínar dagligu inntøkur/samsýningar í miðstaðarøkinum, ið verða skattaðar úti í kommununum. Um skattalógin bleiv broytt, soleiðis at tú betalti skatt, har tú hevði tína dagligu inntøku/samsýningar, t.d. í Havnini (miðstaðarøkinum), so hevði hetta eisini fingið fylgjur fyri kommunurnar.
Tað kann eisini verða víst á, at kommunurnar hava ikki fíggjarliga orku til at seta nóg mikið av arbeiði/virksemi í gongd úti á bygd og bý, vísandi til omanfyrinevndu fyribrigdi.
Skulu vit reka bygdarmenningarpolitikk, so eiga vit at steðga allari miðsavnan í Suðurstreymoy, soleiðis at vit venda gongdini og fáa partar av almanna, -lands, -ríkis, -privatu fyrisitingunum skipaði úti í kommununum.
Tað er eisini avgerandi neyðugt at fáa skapt framgongd/trivnað úti á øllum kommununum, tá ið hugsað verður um børnini, tey ungu, tilkomnu og eldru borgararnar, soleiðis at hesi verða ein partur av dagliga samfelagslívinum.
Tað skal til seinast verða sagt, at ein ikki undir nøkrum umstøðum kemur at góðtaka, at avbygdar/býarfólki skal hava framíhjárættindi til omanfyrinevndu virkismøguleikar. Hetta er brot á manna- og javnstøðurættindi úti á øllum arbeiðsplássum.
Tað skal seinni verða komið aftur til avbygdar/býarmentalitetin, ið hesi hava drigið við sær til Havnar (miðstaðarøkið), ið er brot á politiviðtøkurnar fyri Tórshavn, ið ein ikki góðtekur.
Hans Birgir Hansen