Nærum hvør einasti vegastubbi í bygdini í Nólsoy er grivin upp. Seinasta góða árið hevur verið arbeitt við at leggja nýggjar kloakkir í Nólsoy, og nú tað arbeiðið er um at verða liðugt, eru ætlanir gjørdar fyri at hampa um vegirnar aftur.
Stórir partar av vegunum verða astfalteraðir heilt, meðan á øðrum strekkjum verður helvtin av koyribreytini astfalterað. Hetta er ein meting, sum vegadeildin hjá kommununi hevur gjørt.
Tað er EM Astfalt, sum skal gera arbeiðið fyri Tórshavnar kommunu, og felagið kemur longu út til Nólsoyar um hálvan juni at byrja arbeiðið. Alt verðúr tó ikki gjørt í einum, eisini tí, at kloakeringin sjálv ikki er heilt liðug enn.
Annars var upplýst, at arbeiðið hevur gingið væl, og at tíðarætlanin var hildin.
Sum nevnt skal øll koyribreytin astfalterast á stórum pørtum av vegastrekkjunum, meðan á øðrum verður bert hálv koyribreytin astfalterað. Á fundinum varð upplýst, at miðað verður ímóti, at astfaltarbeiðið skal verða liðugt til Ovastevnu, sum verður vikuskiftið14.-16. august.