Bygdirnar fáa einki burtur úr

Allur vøksturin í ferðavinnuni er í Havn, tá á bygd stendur alt í stað

Fólk á Slættaratindi - men annars hava gistingarhúsini kring landið ikki fingið fótin fyri seg eftir koronu

Sum vit áður hava skrivað, setti ferðavinnan met í september í ár, eftir at alt árið í fjør fór fyri skeyti av koronu.

 

Les meiri um tað her: Nú er aftur full ferð á

 

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er bara gistingarhúsini í Havn, sum fáa ágóðan av vøkstrinum, tí hjá gistingarhúsunum kring landið er eingin vøkstur at hóma Tvørtur ímóti hava tey havt fleiri gistingar í september í ár, enn tey høvdu áðrenn korona fór at gera um seg.

 

Í september í ár høvdu gistinginarhúsini í Havn 18.568 gistingar, og tað er met í september. Í juli mánað í ár høvdu gistingarhúsini í Havn heilar 27.432 gistingar, og tað er nógv tað mesta nakrantíð í einum mánað.

 

Men hjá gistingarhúsunum á kring landið eru ikki komin fyri seg aftur eftir koronu, tí har er eingin vøkstur. Í september í ár høvdu gistingarhúsini á bygd bara 2.046 gistingar og tað er minni enn í september í 2019, tá ið ferðavinnan annars var í hæddini. Í september í 1019 høvdu gistingarhúsini á bygd nevniliga 3.322 gistingar. Í juli í 2019 høvdu gistingarhúsini á bygd 7.528 gistingar, men í juli í ár vóru tær bara 3.836 í tali, ella bara helvtin av tí, tær vóru í 2019.

 

Fólk á Slættaratindi - men annars hava gistingarhúsini kring landið ikki fingið fótin fyri seg eftir koronu