Nú er aftur full ferð á

Tey hava sett met – og tað bæði væl og virðiliga eisini

Eftir at korona legði allar ferðavinnu lamna í mars mánað í fjør, er full ferð nú komin á aftur. Hagstovan sigur, at tað hava ongantíð gist so nógv fólk á gistingarhúsunum kring landið sum nú, og í september í ár vóru næstan tvær ferðir so nógv fólk á gistingarhúsunum, sum í september í fjør.

 

Tað sigur kanska ikki so nógv, tí í september í fjør var ferðavinnan illa darvað av koronu. Men í 2019 koyrdi alt við fullar ferð og í september í ár vóru heili 30 prosent fleiri gistingar enn í september í 2019.  Hagstovan sigur, at í september í ár vóru 26.604 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru næstan 10.000 fleiri gistinætur enn í september í fjør.

 

Gistinætur vísa, hvussu nógvir, og hvussu leingi, fólk gista á gistingarhúsum. Tað merkir, at gista trý fólk í tíggju nætur, eru tað 30 gistinætur. Í september í ár høvdu føroyingar 4.270 gistinætur á gistingarhúsunum, og tað eru 31 prosent meiri enn í fjør. Danir høvdu 8.914 gistinætur og tað eru heili 79 prosent meiri enn í fjør, og aðrir útlendingar høvdu 7.420 gistingar, og tað eru heili 212 prosent meiri enn í fjør.

 

Í juli í ár vóru 31.268 gistinætur og tað er eisini tað mesta, sum nakrantíð hevur verið.

 

Nýtslustigið á gistingarhúsunum vísir, hvussu stórur partur av kømrunum verður brúktur. Í september í ár vóru góð 63 prosent av kømrunum brúkt og í sama mánað í fjør var talið 40 prosent í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 75 prosent. 

 

Í fjør vaks talið á kømrum munandi, tí tvey stór gistingarhús eru latin upp, og onnur eru útbygd, og tí er pláss er fyri fleiri vitjandi. Tað merkir, at nýtslustigið er lægri í september í ár, enn tað var í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri í ár.