Í gjárkvøldið gjørdist tað greitt, at tað vera ÍF og EB/Streymur, sum í steypafinaluni skulu stríðast um at vinna løgmanssteypið. Harvið varð tað í 2. hálvfinaluni vent upp og niður upp á støðuna soleiðis, sum hon var eftir fyrru hálvfinalurnar.
Víkingur vann 2-1 á ÍF í Fuglafirði, og B36 vann 2-1 á EB/Streymi í Gundadali. Í gjárkvøldið eydnaðist tað hvørki Víkingi ella B36 at skjóta mál. ÍF vann 3-0 í Sarpugerði. Tað er størsti sigur hjá fuglfirðingum í Sarpugerði í mong ár, og EB/Streymur vann 2-0 á B36 við Margáir.
Finalan verður spæld fríggjakvøldið 6. august í Klaksvík, meðan Summarfestivalurin verður. Finalan verður altso spæld á bygd, og tað verða tvey bygdalið, sum fara at stríðast um løgmanssteypið og atgongumerkið til at taka lut í europeisku kappingini um eitt ár.
ÍF hevur bara eina ferð áður verið í steypafinaluni. Tað var ólavsøkudag í 2005, tá ið ÍF á Tórsvølli tapti 4-1 ímóti GÍ. EB/Streymur hevur verið tríggjar ferðir áður í finaluni – trý tey undanfarnu árini. Í 2007 vann EB/Streymur 4-3 á HB á ovara vølli í Gundadali, í 2008 vann EB/Streymur 3-2 á B36 á ovara vølli í Gundadali, og í fjør tapti EB/Streymur 3-2 ímóti Víkingi á ovara vølli í Gundadali.
Tað hevur verið kappast um løgmanssteypið síðani 1989. Tað vil siga, at 22. finalan stendur fyri framman. HB hevur vunnið fimm finalur, og B36 hevur vunnið fýra finalur. HB hevur tapt seks finalur, og B36 hevur tapt tvær finalur. Allar 21 finalurnar hava verið spældar í Gundadali, og Havnin hevur sekstan ferðir átt eitt finalulið.
Eina ferð hevur finalan um løgmanssteypið staðið millum B36 og HB. Tað var í 1991, tá ið B36 vann 1-0, og Bergur Magnussen skoraði einsamalla málið. HB hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 2004, og B36 hevur ikki verið í steypafinaluni síðani í 2006.
Fimm ferðir áður hava finalurnar verið millum tvey bygdarfeløg: KÍ-GÍ 6-1 í 1990, KÍ-B71 2-1 í 1994, GÍ-VB 6-0 í 1997, GÍ-ÍF 4-1 í 2005 og Víkingur-EB/Streymur 3-2 í 2009.
Nú er tað greitt, at finalan í ár verður millum tvey feløg av bygd. Og finalan verður meiri bygdaslig, enn allar tær undanfarnu hava verið. Umframt at luttakararnir vera av bygd, so verður finalan hesa ferð spæld á bygd.
Kanska verður áhoyraratalið størri til onkra konsertina á Summarfestivalinum, enn áskoðaratalið verður til steypafinaluna. Men tað er eingin ivi um, at pallurin verður størri, enn hann verður á nakrari konsertini, tá ið ÍF og EB/Streymur fara at spæla finalu um løgmanssteypið fríggjakvøldið 6. august – í Klaksvík.