Byggingin av Norrønu er byrjað

Stálarbeiðið til nýggju Norrønu er byrjað, og fyrst í komandi ári verða kjølurin strektur. Smyril Line er farið at fyrireika seg til nýggja skipið

 

1. oktober var farið undir at skera stál til nýbygningin hjá Smyril Line

7. januar 2002 verður kjølurin strektur og so byrjar byggingin av álvara. Í september mánaði skal skipið sjósetast, og í januar mánaði 2003 verður royndartúr.

Smyril Line fær nýggja skipið í februar mánaði 2003.


Fyrireika seg

Hóast meira enn eitt ár er til nýggja Norrøna kemur, er Smyril Line farið at fyrireikað seg til nýggja skipið.

5. november í ár flytur Smyril Line alt sítt virksemið í Danmark til Hanstholm. Tað vil siga, at ferðamannadeildin Færø Rejser, sum higartil hevur hildið til í Keypmannahavn, letur skrivstovuna aftur har og verður frá 05.11.2001 flutt í høli hjá Smyril Line á Trafikhavnsg. 7 í Hanstholm.

Nýggjur leiðari á ferðamannadeildini í Hanstholm er Solvej Boltz, sum kemur úr einum leiðandi starvi í ferðavinnuni í Thy.

Aage Bruun í Hanstholm er settur sum stjóri fyri øllum virkseminum hjá Smyril Line í Danmark, sum umfatar ferðafólk, farm og flutning.


Lata upp í Hetlandi

Tann 5. november letur Smyril Line upp skrivstovu í Lerwick í Hetlandi til at taka sær av ferðafólki og farmi.

Í tí sambandi eru fyribils sett 2 fólk. Gary Flaws er settur sum umsitingarleiðari. Hann kemur úr líknandi starvi hjá P&O Ferries Shetland. Og Gillian Fry er sett sum marknaðarleiðari, hon kemur úr líknandi starvi hjá Shetland Agricultural Marketing.

Skrivstovan verður í nýggja Terminal Building Holmsgarth Lerwick, men til 1. mars 2002 heldur skrivstovan til í øðrum bygningi á havnarlagnum.


Flyta saman

Smyril Line ? Norræna Ferðaskrifstofan Reykjavík er frá 22. oktober í ár flutt saman við ferðaskrivstovuni Terra Nova. Nýggja navnið er "Norræna-Terra Nova", og er adressan Stangarhyl 3a, 110 Reykjavík.

Tað er beint við høvuðsvegin Vesturlandsvegur í Reykjavík á vegamótinum til vestur-, norður- og eystur-Ísland.

Á skrivstovuni starvast umleið 30 fólk á vetri og 45 á sumri. Anton Antonson er stjóri og eigari av Terra Nova.

Støðan á Seyðisfirði er óbroytt hvat viðvíkur avgreiðslu av ferðafólki og farmi.