Byggingin kann nú halda fram

Fundur hevur nú verið millum grannarnar og býráðið, og sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, er semja um ein leist at loysa málið soleiðis, at unga parið á Argjum aftur kann taka upp byggingina.

Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo

Eftir at Sosialurin mánadagin varpaði ljós á eitt byggimál á Argjum, har eitt ungt par varð steðgað í teirra bygging av nýggjum sethúsum, er longu nú ein loysn í eygsjón.
Sum greitt frá í blaðnum mánadagin bleiv byggiloyvið, sum kommunan hevði útskrivað fáar mánaðir framman undan, kallað aftur við tí úrsliti, at húsini stóðu í hálvum gekki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti seg beinanvegin inn í málið, og longu í gjárkvøldið var fundur millum húskini í grannalagnum og býráðið, og eftir hendan fundin tykist nú greitt, at unga parið kann taka byggingina upp aftur.
- Vit høvdu ein góðan fund, har vit tosaðu út um viðurskiftini. Øll vóru samd um ein leist at loysa málið eftir, og í síni heild var fundurin ógvuliga positivur, sigur Heðin Mortensen.

Ikki ognartøka
Býráðið hevði mannað seg væl við nógvum fólki frá umsitingini til hendan fundin, og lagt var upp til eina loysn, sum er í tráð við viðurskiftini í kommununi annars. Men ein ognartøka kemur eftir øllum at døma ikki upp á tal.
- Nei, tað hevði blivið ov trupult og hevði tikið ov langa tíð, so tað er ikki ein av loysnunum, vit umhugsaðu, sigur Heðin Mortensen.
Ein av andstøðulimunum í býráðnum, Høgni Mikkelsen, hevði eisini ætlað sær, at málið skuldi fáa eina skjóta loysn. Heðin Mortensen hevur tó bara ta viðmerking, at tað sjálvandi ikki verður ein andstøðulimur ið ger av, um og hvussu býráðið útskrivar byggiloyvir og avgreiðir síni mál annars.
Ein kann so spyrja, hví tað skuldi verða neyðugt, at Sosialurin setti kikaran á málið, áðrenn tað bleiv loyst. Hinvegin skal tað tæna borgarstjóranum til rós, at hann beinanvegin reageraði og fekk gongd á málið.

Myndatxt: Nú sleppa Arngerð Diana og Jan aftur undir byggingina av húsunum úti á Argjum.

Heðin Mortensen kallaði grannarnar inn til fund longu í gjárkvøldið - og nú hevur málið so funnið eina loysn.