Byggir brýr millum okkara ættarlið

- Tá ið stjórin í Norðurlandahúsinum vendi sær til mentamáladeildina, tóku vit beinanvegin undir við hugskotinum. Vit halda hetta vera eitt stak áhugavert tiltak - ikki minst tí, at frásøgudagurin vendir sær bæði til skúlanæmingar og okkara eldru borgarar. Vit síggja hetta sum eitt kærkomið høvi at byggja brýr millum ættarliðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Søgutiltak

Fríggjadagin, 18. mars, verður eitt serstakt tiltak í Norðurlandahúsinum, har átta frásøgufólk í fyrsta lagi eru boðin at siga frá søgum ? frá klokkan 8.30 til 13. Dagurin verður róptur, World Storytelling Day ? ella ein Altjóða frásøgudagur. Tiltakið byggir á eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar býráð, Mentamálaráðið, Tjóðpall Føroya og Tilhaldið.

Byggir brýr

- Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Niels Halm, sum vendi sær til mentamáladeildina hjá Tórshavnar býráði og spurdi, um kommunan var áhugað at verða við í hesum tiltaki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hósmorgunin var tíðindafundur í býráðnum í Havn, har kunnað varð um tiltakið.
- Vit hildu hetta vera eitt stak áhugavert hugskot og játtaðu alt fyri eitt at verða við - ikki minst tí, at frásøgudagurin vendir sær bæði til skúlanæmingar og okkara eldru borgarar. Vit síggja hetta tiltak sum eitt kærkomið høvi at byggja brýr millum ættarliðini, segði Heðin Mortensen.
Borgarstjórin helt fyri, at vit kunnu ímynda okkum kvøldseturnar í gomlum døgum, sum høvdu so stóran týdning fyri mentanina og samleikan hjá okkum føroyingum. Sagnirnar, ævintýrini og kvæðaarvin ? ja, yvirhøvur skaldskap av manna munni.
- Ein frásøguháttur, sum nú á døgum kanska ikki hevur so góðar dagar, helt Heðin fyri.

Átta frásøgufólk

Sum nevnt, eru átta frásøgufólk boðin at siga frá søgum á Altjóða frásøgudegnum.
Søgufólkini eru: Palli Dalsgaard, Skálavík, Vilhelmina Larsen, Dalur, Poula Olsen, Sandur, Hans Tórgarð, Kvívík, Petur Martin Petersen, Fuglafjørður, Ria Tórgarð og Egi Dam, Tórshavn og Erling Poulsen, sum flutti úr Vági til Havnar, eftir at hann gavst sum lærari í Suðuroy.
- Vit kenna Erling sum ein frálíkan rithøvund, sum umframt fleiri siðsøguligar bøkur, eisini hevur lagt til rættis og givið út tvær bøkur um yvirnáttúrlig fyribrigdi ? tað fyrra, "Mangt er millum himmal og jørð" og tað seinna, "Meiri er millum himmal og jørð", segði borgarstjórin.

"Frásøguoyggjar"

Tá ið tiltakið fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum, 18. mars, verða skipaðar fýra sonevndar "frásøguoyggjar" í húsinum; Klingran, har 160 næmingar og pensjónistar kunnu sita, Dansistovan (60), Kafeteria (100) ? og í stóra salinum verður pláss fyri 150 næmingum og pensjónistum.
- Sostatt verða einir 500 áhoyrarar í senn til tiltakið hendan dagin. Samanlagt verða skúlanæmingarnir, sum eru næmingar úr 5. flokki upp í 10. flokk, einir 1500 - umframt pensjónistar.
Á tíðindafundinum greiddi borgarstjórin frá, at tvey frásøgufólk verða á hvørjum plássi ? hvørji "oyggj" - og siga frá søgum í ein hálvan tíma hvør.
- Síðan verður ein stuttur steðgur, og nýggir áhoyrarar koma at lurta, segði Heðin Mortensen.
Tað verður Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum setir Altjóða frásøgudagin.