Nýggj tøkni
Maskinverkstaðurin FJM í Runavík hevur framleitt eina maskinu, sum finnur bein í flaki og kann skera tey burtur við vatni. Við nýggju maskinuni hevur tú eisini møguleikan at avgera, hvussu flakið skal skerast, og her eru møguleikarnir óavmarkaðir.
Frithleif Olsen, leiðari á FJM, sigur, at teir hava arbeitt við hesi maskinuni í eini trý ár, og nú er komið har til, at maskinan verður royndarkoyrd á einum fiskavirki á Hafnarfjørðinum í Íslandi, har fólk hjá FJM eru við og fylgja gongdini.
- Hetta er ein maskina, sum sker við vatni, sigur hann.
Eldhugur
Frithleif ásannar, at slíkt granskingararbeiði kostar nógvan pening, men tað, sum hevur verið berandi í hesum arbeiði, er eldhugur at kunna framleiða eina maskinu, sum minkar um tørvin á arbeiðsmegi.
- Hetta er neyðugt, um okkara flakaframleiðsla skal standa seg í kappingini við láglønarlondini. Neyðugt verður hjá okkum at brúka tøknina til hjálpar, heldur hann.
Sum skilst á Frithleifi, hevur FJM havt eitt ávíst samstarv við íslendska framleiðaran, Skaginn, men tað er FJM, sum ger alla tøknina og allar programmeringarnar. Skaginn ger eitt nú bondini til skipanina.
- Tað eru serliga kílabeinini í fiskinum, sum nýggja maskinan leitar eftir og sker burtur. Haraftrat kann maskinan stillast at skera flakið, soleiðis sum ynskiligt er, og her er einki ómøguligt, sigur hann.
Skannarin
Frithleif sigur, at stálan, sum sker beinini burtur og fløkini sundur, hevur eina styrki, sum er 3600 bar.
- Talan er um tvær dysur, sum báðar hava somu styrki.
Hann sigur, at vatnskering sum so ikki er nakað nýtt, men tað nýggja er tøknin og møguleikarnir, sum hendan maskinan hevur og ikki minst tað, at maskinan klárar at finna beinini í fiskinum.
- Ein partur av tøknini er soleiðis ein skannari, sum sigur, hvar beinini sita. Síðan fáa dysurnar boð um hetta. Sama er, tá ið maskinan verður programmerað til at skera fløkini á ymiskan hátt, sigur Frithleif.
Hann vísir á, at orsøkin til, at maskinan hevur tvær dysur sum skera, er, at soleiðis verður arbeiði gjørt skjótari og effektivari.
- Nýggja maskinan kann skera 30 fløk um minuttin, sigur Frithleif.
Stórur áhugi
Hann sigur, at stórur áhugi hevur víst seg at vera fyri nýggju maskinuni, sum væntandi verður klár um ikki so langa tíð.
- Vit hava verið á onkrari framsýning við maskinuni, og tað vísir seg, at stórur áhugi er fyri henni runt um í heiminum, sigur Frithleif.
Sjálvur væntar hann, at maskinan eisini kann brúkast til annað enn fiskavørur.
- Vit hugsa okkum, at tøknin eisini kann brúkast til eitt nú høsnarungar og kjøt annars, sigur Frithleif Olsen, leiðari á FJM.