Byggja 100 leigubústaðir

Mánadagin 2. september 2013 verður møguligt at skriva seg á bíðilista til ein leigubústað. Við uppskrivingini gert tú samstundis limur í Bústøðum, Føroya bústaðafelagi.

 

Næstu 4-7 árini fara Bústaðir at byggja 100 leigubústaðir um árið. Bíðilistin er eitt týðandi amboð, sum bæði gevur borgarunum atgongd til at fáa ein leigubústað og samstundis gevur Bústøðum vitan um, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á, hvar í landinum tørvurin er og hvørja stødd á bústaði, fólk ynskja.

 

Kostnaðurin fyri at koma á bíðilistan er 200 kr. Uppskrivingin kann gerast á heimasíðuni www.bustadir.fo, og tá skal gjaldast við gjaldskorti.

 

Tú kanst eisini skriva út umsóknarblað frá heimasíðuni, fylla hana út og lata hana inn á skrivstovu okkara, ella senda okkum hana við telduposti ella vanligum posti. Tá skulu 200 kr. flytast á kontu hjá Bústøðum, og kvittan fyri flytingina leggjast við umsóknini. Tikið verður bert ímóti umsóknum við hesi kvittan. Vit taka ikki ímóti reiðum peningi ella gjaldskorti.

 

Allar umsóknir, ið koma inn í tíðarskeiðnum frá 2. til 30. september 2013 verða skipaðar tilvildarliga við lutakasti á ein bíðilista, so tað verða ikki starvsfólkini á Bústøðum, ið avgera hvat nummar okkara ymisku kundar verða á bíðilistanum. Tað ræður tí ikki um at verða fyrstur at lata umsóknina inn, men heldur verða umsóknirnar javnt stillaðar fyrstu tíðina við lutakastinum.

 

Umsóknir, ið koma inn aftaná 30. september 2013, fara aftast á bíðilistan

 

Mynd: Íbúðir á Heiðatrøðni á Tvøroyri