Sunda kommuna fer at byggja heilsumiðstøð fyri 10 mió. krónur á Oyrarbakka Bygdaráðið tók støðu til tey trý innkomnu skitsuprojektini á fundi mánakvøldið 25. februar. Valið fall á uppskotið frá Alberti Isfeld og Gudmundi Hansen.
Heilsumiðstøðin á Oyrarbakka skal rúma lækna, heilsusystir, heimarøkt, økispsykiatri, jaðarmóðir og øðrum tænastum, sum natúrliga hoyra til eitt slíkt hús, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Lagt verður upp til, at teir ymsu starvsbólkarnir fáa at gott grundarlag at samstarva á, til gagn fyri tænastustøðið sum heild.
Heilsumiðstøðin fer at fevna um einar 400 fermetrar, og lendið á Oyrarbakka verður gjørt byggibúgvið í hesum ári. Bygdaráðið hevur gjørt av, at heilsumiðstøðin skal liggja miðskeiðis millum Felagsskúlan og kommunuskrivstovuna.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri, sigur við Dimmalætting í dag, at heilsumiðstøðin á Oyrarbakka fer at kosta 10 mió. krónur.