Russar hava ætlanir um stórar útbyggingar á kjarnorkuøkinum tey næstu árini. Stjórin í kjarnorkuráðnum, Sergej Kirjenko, segði í gjár, at ætlanin er at byggja 42 nýggjar reaktorar tey næstu 23 árini. Russland hevur í løtuni 31 reaktorar á 10 kjarnorkuverkum, sum nøkta smá 20 prosent av orkutørvinum. Ætlaða útbyggingin á økinum fer at kosta einar 270 milliardir krónur.