Byggja út fyri heilar 25 milliónir

Hetta er eitt tungt tak, men tað er neyðugt fyri at fylgja við kappingini, sigur stjórin á Havsbrún

? Hetta verður eitt ódnartak.

? Men skulu vit gera okkum vónir um at fylgja við, er onki at gera, uttan at fylgja við.

Og fylgja við, tað royna tey í hvussu so er á Havsbrún í Fuglafirði.

Tí nú fer Havsbrún aftur at byggja út.

Og tað er ikki hissini útbygging, tí tað, sum skal gerast, fer at kosta um 25 milliónir.

Og tað verður borið skjótt at. Tí allar útbyggingarnar, sum ætlanin er at fara undir nú, skulu verða lidnar longu í heyst.

Bergur Poulsen, stjóri á virkinum í Fuglafirði, sigur, at hetta er størsta, einstaka íløga hjá Havsbrún í mong ár.

Men hann sigur, at kappingin á fóðurmarknaðinum so er so mikið hørð nú, at skal Havsbrún yvirhøvur gera sær vónir um at fylgja við, og varðveita kappingarførið, er tað eisini neyðugt at fylgja við menningini.

Og einasti máti at fylgja við uppá, tað er at gera íløgur.

Samstundis er fóðurframleiðslan hjá Havsbrún alsamt vaksin tey seinastu árini í samsvari við vøksturin í alivinnuni.

Harafturat kemur Havsbrún eisini meiri og meiri fyri seg á útlendska marknaðinum, so útflutningurin veksur eisini alsamt, helst til alivinnuna í Hetlandi og í Skotlandi.

? So alt í alt er tað neyðugt at vit fara undir hetta takið nú, sigur Bergur Poulsen.

Havsbrún hevur nú søkt um tey neyðugu loyvini til at fara undir hesar útbyggingarnar, og so skjótt, sum tey eru fingin til vega, verður farið í gongd við arbeiðið.


Goymslir og hallir

Íløgan, sum Havsbrún fer at gera nú, er í fleiri pørtum.

Í fyrstu atløgu er ætlanin at gera eina nýggja goymslu til fóðurdeildina.

Goymslan, sum tey hava nú, er alt ov lítil og hartil alt ov óarbeiðslig.

Tann nýggja goymslan verður 1.700 fermetrar. Men hon verður hartil nógv betri innrættað og betri útgjørd í allar mátar.

Harafturat skal ein nýggj blandingar- og silohøll gerast niðanfyri fóðurdeildina, tí eisini á tí økinum, er orkan ov lítil.

Silohøllin er staðið, har tað verður tikið ímóti rávøruni til fóðurið, tvs, fiskamjøli, bindievni, hveiti o.a. Og í blandingarhøllini verður tað so blandað til fóður.

Í fóðrinum er 50% fiskamjøl, 30% er lýsi og 20% av bindievni, vitaminum og ørðum evnum.

Tann nýggja goymslan kemur at standa undir liðini á fóðurdeildini. Men ætlanin er, at kommunan skal útvega meiri øki, so at hon kann byggjast størri, tá ið økið er tókt.

?Tjaldið?, ið eisini er ein goymsla, sum í løtuni stendur niðanfyri fóðurdeildina, skal flytast á økið norðuri á Enninum.

Og harafturat fer Havsbrún at útvega sær ein nýggjan, nýmótans, fjarstýrdan krana at landa bátarnar við, og tað fer eisini at lætta munandi um arbeiðsgongdina. Bergur Poulsen sigur, at bátarnir, sum eru nú, eru so nógv størri, enn teir vóru fyrr, so at kranin, sum tey hava havt nú í nógv ár, er blivin ov stuttur.


Betri umstøður og sparing

Umframt at fáa betri pláss og at skapa betri umstøður, hava allar hesar íløgurnar eisini til endamáls at spara, tí av tí, at tað verður nógv arbeiðsligari á virkinum, fer tað at bera til at umseta nógv meiri framleiðslu, uttan at økja talið á arbeiðsfólki.

Ikki minst fara um- og útbyggingarnar at føra við sær, at tað verður munandi minni flutningur, enn tað er nú, bæði av rávøru og av lidnari vøru, og tað fer at spara rættiliga fitt av pengum, sigur Bergur Olsen.


Øgiliga stórar nøgdir

Hann sigur, at at alt hetta kann ljóða ógvusligt.

 ?Men vit skulu eisini hava í huga, at tað eru sera stórar nøgdir, sum fara ígjøgnum maskinaríið hjá Havsbrún, so tað er eisini neyðugt við nógvum plássi og góðum umstøðum.

Hann sigur, at á Havsbrún gera tey eini 40.000 tons av fóðuri um árið, umframt 35.000 tons av mjøli, og tað krevur sítt pláss, umframt at tað er rættiliga nógvur flutningur.

Tað arbeiða eini 100 fólk á Havsbrún.