Á Hvítusunnu nú komandi vikuskiftið eru 30 ár liðin, síðan samkoman í Evangeliihúsinum í Tórshavn fekk nýggjan bygning. Húsið varð tikið í nýtslu 21. mai 1983.
Tað boðar samkoman frá.
Í leiðsluni tá vóru Leivur Christiansen, fyristøðumaður, og Otto Holm, Ólavur Højgaard og Andrias Jacobsen elstar.
Í samkomuni eru nógvar ungar familjur og eru eisini nógv børn og ung í samkomuni. Tí verður leygardagurin 18. mai ein stórur familjudagur, har byrjað verður við morgunmati klokkan 9 og síðan verða bíbliutímar, aktivitetir, hugni og annað fyri allar aldursbólkar og endar dagurin við lovsangsløtug
Tey eru mong, sum hava og hava havt gleði av samkomuhúsinum, har boðskapurin um Jesus hevur verið boðaður. Samkoman hevur verið og er vælsignað við nógvum góðum sangkreftum, og hevur sangur og tónleikur altíð verið ein partur av møtunum, sum hava verið og eru hvønn sunnumorgun.
Norðmaðurin T.B. Barrat grundlegði Hvítusunnurørsluna í Norðurlondum. Í 1923 kom hann til Føroya. Í byrjaninni savnaðust fólk í heimunum, men í 1947 fekk samkoman hús í Tróndargøtu 36 í Tórshavn, har salurin var tikin í nýtslu í november 1949.
Í dag eru tað trý ung hjún, sum eru í leiðsluni í Evangeliihúsinum.
Í samb. við hátíðarhaldið verður:
Leygardagin 18.mai familjudagur frá kl. 9. og sunnudagin 1. hvítusunnudag 19.mai kl. 11 familju- og morgunmøti.