Býráðspolitikarar búsitandi uttanfyri Havnina hava higartil ikki fingið koyripengar í sambandi fundir o.l., tí meginreglurnar hava verið grundaðar á tulkingum hjá TAKS, sum ásetur, at bara løntakarar hava rætt til koyripengar frá arbeiðsgevara í sambandi við nýtslu av egnum bili í arbeiðsørindum.
Býráðspolitikarar fáa samsýning – og vera ikki tí roknaðir sum løntakarar – m.a. eftir Kunngerð um samsýning o.a. sambært kommunustýrislógini, skrivar býráðið í málstilfarinum til býráðsfundi hóskvøldið.
Í sambandi við fyrispurning um koyripengar varð heitt á SPEKT um eina fakliga meting av hesum, og hava tey spurt TAKS, um býráðslimir hava rætt til koyripengar eftir §29, stk. 7, í skattalógini í sambandi við arbeiðið sum býráðslimur og nevndarlimur í kommunalum nevndum.
TAKS svaraði, at tey – vísandi til rundskriv nr. 1/1997 um skattliga viðgerð av endurgjøldum fyri ferðaútreiðslur v.m. hjá nevndarlimum o.ø. – høvdu endurmett sína støðu, at tey nú meta, at endurgjald kann veitast í hesum førum. Í rundskrivinum verður tó ikki nágreinað, hvørjar ferðaútreiðslur eru fevndar av rundskrivinum.
Í útgreinandi svari frá TAKS hava tey upplýst, at tey ”hava umrøtt hetta internt og halda, at ásetingarnar í rundskrivinum kunnu brúkast til býráðslimir. Vit meta tó, at hetta skal avmarkast til regluligar fundir í býráðnum og regluligar fundir í teimum nevndum har býráðslimurin er partur av. Vit meta hinvegin ikki, at ásetingin kann brúkast til alt virksemi sum er tengt at, at verða limir í einum býráði.”
Tórshavnar býráð skrivar í tilfarinum, at niðurstøðan sostatt er, at býráðs- og nevndarlimir kunnu fáa rætt til koyripengar eftir §29, stk. 7, í skattalógini í sambandi við arbeiðið sum býráðslimur og nevndarlimur í kommunalum nevndum, um býráðið samtykkir hetta.
Nevnast skal, at aðrar kommunur ikki veita politikarum koyripengar. Upp á fyrispurning kendu tey í Sunda og Runavíkar kommunum – ið eisini hava politikarar, ið skulu koyra yvir 15 km fyri at koma á fund – einki til nýggju tulkingina hjá TAKS.
– Nú TAKS hevur broytt tulking av reglunum um koyripengar, verður mett, at býráðs- og nevndarlimir, kunnu fáa endurgjald fyri koyripengar eftir uppskotið til mannagongdir
viðvíkjandi koyripengum til býráðs- og nevndarlimir, skrivar umsitingin hjá býráðnum.
Býráðs- og nevndarlimir ið búgva í eini fjarstøðu á í minsta lagi 15 km frá Havnini, kunnu fáa endurgjald fyri flutning millum heim og fundarstað, tá møtt til regluligar fundir. Hetta er sama mark, sum er galdandi fyri at fáa ferðastuðul frá tí almenna, har fjarstøðan millum bústað og arbeiðsstað skal vera meira enn 30 km aftur og fram. Hettar verður galdandi fyri býráðslimir, sum ikki frammanundan fáa koyripengar frá tí almenna.
Bygdirnar í kommununi, ið hetta er galdandi fyri, eru samb. ásettu vegalongd hjá Landsverki: Norðadalur (15,58 km), Kirkjubøur (16,12 km), Kaldbak (18,45 km), Langasandur (19,95 km), Syðradalur (20,13 km), Oyrareingir (20,25 km), Við Sjógv, Kollafj. (22,91 km).
Koyripengar skulu latast eftir uppgerð so hvørt sambært mannagongdini "Koyripengar til býráðs- og nevndarlimir".
Um býráðið samtykir mannagongdina um koyripengar til býráðs- og nevndarlimir, er metta árliga endurgjaldið fyri hvønn býráðslim búsitandi í minsta lagi 15 km frá Tórshavn, við verandi satsum soleiðis:
##med2##
Kommunustjórin og miðfyrisitingarstjórin mæla fíggjarnevndini til at umrøða málið. Um mett verður, at býráðs- og nevndarlimir skulu fáa endurgjald fyri koyripengar, at taka undir við uppskotið til mannagongdir viðvíkjandi koyripengum til býráðs- og nevndarlimir og beina málið í býráðið.
Ein meiriluti í fríggjarnevndini tók undir við uppskotinum 14. mai: Elsa Berg, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála og beinir málið í býráðið.
Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Høgni Vilhelmsen, tekur ikki undir við tilmælinum.
Og á býráðsfundi hóskvøldið varð atkvøtt um málið:
Ein meiriluti, Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Annita á Fríðriksmørk, Anja Weyhe, Kristianna Winther Poulsen, Bergur Robert Dam Jensen og Guttormur í Skála, taka undir við meirilutanum í fíggjarnevndini.
Ein minniluti, Annfinn Brekkstein, Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson, taka ikki undir við tilmælinum.
Ein annar minniluti, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen, atkvøddu blankt.
Samtykt við 8 atkvøðum fyri, 3 atkvøðum ímóti og tveimum blonkum atkvøðum.