- Ábyrgdarleysur politikkur

Uppskotið hjá John Johannesen og Hans Paula Strøm úr Javnaðarflokkinum, Edmundi Joensen og Magna Laksafoss úr Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Tjóðveldi, at skerja fiskidagarnar við átta prosentum, fall í tinginum í gjár. 16 atkvøddu fyri, og 16 atkvøddu ímóti. Ein atkvøða var blonk.

Tað var tí ikki meiriluti fyri, at fiskidagarnir skulu skjerast við trimum prosentum, sum úrslitið varð.

Spurningurin er tí, hvussu Føroya fólk veit, at tinglimirnir hava tikið røttu avgerðina í hesum málinum.

John Johannesen hevur greiða støðu.

- Tað er ikki nøktandi, og tað er somuleiðis ábyrgdarleyst. Eg havi víst á, at politikar dyrgja meira eftir atkvøðum undir viðgerðini av fiskidøgunum, enn at taka skilabestu avgerðina. Soleiðis stýrir tú ikki einari modernaðari vinnu, og tí skulu vit hugsa um at flyta ásetingina av fiskidøgunum úr tinginum, sigur John Johannesen við Rás2 í dag.

Hann harmast somuleiðis um, at skjeringin var longri frá lívfrøðiligu tilráðingini, enn hann hevði ætlað.