Byrja á útivølli móti Grikkalandi

Dystaskráin fyri EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyar spæla fyrsta dystin í komandi EM-undankapping fyri kvinnur á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl - Mynd: UEFA.com

Dystaskráin fyri EM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum er nú klár. Føroyar byrja á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Um ein góðan mánað verður sjøtul settur á EM-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkaland, Montenegro og Andorra. Tilsamans seks dystir eru á skránni, og á middegi hósdagin kunngjørdi UEFA dystaskránna.

 

Føroysku kvinnurnar leggja fyri í Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl spæla Føroyar í Montenegro. Triðja og fjórða umfar verða spæld mánaðarskifti mai-juni, og síðani eru síðstu dystirnar á skránni hálvan juli.

 

Dystaskráin:

 

5. apríl Grikkaland – Føroyar

 

9. apríl Montenegro – Føroyar

 

31. mai Føroyar – Andorra

 

4. juni Føroyar – Grikkaland

 

12. juli Føroyar – Montenegro

 

16. juli Andorra – Føroyar

 

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður annars spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

 

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

 

Sjálvt EM-endaspælið verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

 

Føroyar spæla fyrsta dystin í komandi EM-undankapping fyri kvinnur á útivølli móti Grikkalandi fríggjadagin 5. apríl - Mynd: UEFA.com