Byrsumaðurin varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Ungi maðurin, ið var handtikin í Miðvági í gjár, var í grundlógaravhoyri í dag dømdur fýra vikur í varðhaldsfongsling.

Ungi maðurin, ið var handtikin í Miðvági í gjár, var í grundlógaravhoyri í dag dømdur fýra vikur í varðhaldsfongsling.

 

Hann var skuldsettur fyri fimm lógarbrot, har ímillum tvær ferðir at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevni, ein ferð at hava framt harðskap móti løgreglumanni og einaferð at hava hótt løgreglumann við byrsu. Øll fimm lógarbrotini eru hend seinastu tvær vikurnar.

 

Ungi maðurin hevur drukkið nógv seinastu tveir mánaðirnar, og er ferð eftir ferð komin í hóslag við løgregluna.

- Hesa seinastu vikuna havi eg sovið meiri í geglinum enn heima, segði maðurin heldur speiskliga.

 

Ákærin ynskti mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, og hesum ynski eftirlíkaði dómarin.

 

Hann er skuldsettur fyri at hava roytt eina løgreglukvinnu fyri viku síðani og fyri at hava hótt ein løgreglumann við byrsu í gjár.

 

Sjálvur greiddi maðurin frá, at hann einans hevði tikið eina byrsu upp, sum lá við vegjaðaran, fyri at taka patrónirnar úr byrsuni, so at eingin skuldi koma til skaða.

 

Løgreglumenninir, sum vóru á staðnum, søgdu hinvegin, at maðurin hevði løtt byrsuna við tveimum patrónum og peikaði hana móti einum teirra.

 

Dómarin festi lít til frágreiðingina hjá løgreglumonnunum, og dømdi mannin at sita varðhaldsfongslaðan í fýra vikur.

 

Mett var, at vandin fyri endurtøku var so stórur, at rættast var at varðhaldsfongsla mannin. Fyri viku síðani roytti hann løgreglumann, í gjár hótti hann ein við byrsu, og ákærin metti at hetta var ein óhugnalig gongd.