Eftir tvær sera væl eydnaðar endurinnspælingar av Frøknur og Stjørnuskot hava elektropopp nøvnini BYRTA og SAKARIS aftur verið í upptøkuhølunum, og blást nýtt lív í enn ein 80 ´ara slagara og hesuferð stóð valið á lagið Ansa eftir við Nalja, sum var á plátuni við sama heiti, sum kom út í 1988. BYRTA og SAKARIS eru stórfjepparar av bólkinum NALJA, sum vóru undangongufólk á føroyska popp pallinum, og tískil var upplagt, at lata hetta frálíka lagið, í nýggjan ham. “Ansa eftir” snýr seg um eitt fríggjakvøld,har ein kvinna er farin út í býin, at finna sær ein mann, sum kann hita og vera góður við hana. Nýggja útsetingin er lívlig og 90´ara slig, við 90´ara Euro dance rútmum, sum fer at fáa fjøldina upp á dansigólvini í summar.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/ansa-eftir
Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Kári Jacobsen (orð og lag)
Tónleikarar
Guðrið Hansdóttir (sang)
Sakaris Emil Joensen (sang, ljómborð, forritan)
Janus Rasmussen (ljómborð, forritan)
Framleiðsla
Guðrið Hansdóttir (lagt til rættis)
Sakaris Emil Joensen (lagt til rættis, upptikið, framleitt)
Janus Rasmussen (lagt til rættis, upptikið, framleitt, ljóðblandað)
Glenn Schick (frumband)
Sigrún Hanna (perma)
TUTL (útgivið)











