Ukraina sendi fleiri dronur eftir málum í Russlandi

Trý fólk lótu lív og 12 vórðu løstað í einum ukrainskum loftálopi nærindis Moskva

 

Ukrainsku dronurnar raktu eitt nú íbúðarbygning og ídnaðarøki í býnum, Ryazan

Í dag veit russiska verjumálaráðið at siga, at russiska loftverjan hevur skotið 355 ukrainskar dronur niður.

 

Sagt verður, at trý fólk doyðu í ukrainska álopinum, og 12 vórðu løstað.

 

Úr Russlandi verður sagt, at ukrainsku dronurnar eitt nú raktu ein íbúðarbygning og eitt ídnaðarøki í býnum, Ryazan.

 

Ryazan liggur umleið 20 fjórðingar í ein landsynning úr Moskva. 

 

Tað er russiski guvernørurin í økinum, sum sambært Reuters ber hesi tíðindi.

 

 

 

 

 

Ukrainsku dronurnar raktu eitt nú íbúðarbygning og ídnaðarøki í býnum, Ryazan