"Minnist tú" er nýggja staklagið við elektro duoini BYRTA. Lagið er skrivað, framført og framleitt av Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen.
BYRTA fer at hava fleiri konsertir í Føroyum í summar og fyrsta konsertin verður nú leygarkvøldið á Voxbotn har tey eisini fara at framføra hetta nýggja lagið umframt annað nýtt tilfar, sum tey hevur arbeitt við teir síðstu mánaðarnar.