Býta út amerikanskar dollarar og keppar í Nuuk

Grønlendska løgreglan hevur fingið fráboðan um, at fólk býta út dollarar og keppar í Nuuk.

Tað verður bankað á hurðar og amerikanskir dollarar og keppar handaðir borgarum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

Tað siga fleiri fólk frá fyri blaðnum Sermitsiaq.

Týsdagin klokkan 12:03 grønlendska tíð fekk løgreglan í Grønlandi eina fráboðan frá einum borgara um, at amerikanskir dollarar og keppar vórðu býttir út í miðbýnum.

Tað sigur løgreglustjórin Jeppe Andsager við Ritzau. Hann dugir ikki at siga, hvørjar keppar talan var um.

Ein av løgreglupatruljunum koyrdi gjøgnum býin á veg til eina aðra uppgávu, har ein stórur hópur av fólki eisini varð savnaður.

- Patruljan koyrdi av tilvild framvið og varnaðist síðani, at tað vóru nøkur fólk savnað í miðbýnum, sigur hann.

Løgreglan fer ikki at gera nakað víðari við tað fyribils. Men hendir tað aftur, setir løgreglan seg í samband við tey.

- Tá fara vit at ráða teimum til, at um tað ber eyðkennini av demonstratiónslíknandi umstøðum, so skal tað fráboðast sum so, sigur hann.

TV 2 skrivar, at ein bólkur av amerikanskum monnum í klæðum, sum líkjast amerikanska flagginum og Maga-hettum, gingu runt í Nuuk týsdagin.

Sambært miðlinum spurdu amerikansku menninir ungar grønlendingar, um teir "gleða seg til at gerast amerikanarar."

Teir hava boðað fjølmiðlunum frá, at teir standa aftan fyri YouTube-rásina Nelk Boys, sum hevur yvir átta milliónir fylgjarar.

Á sosiala miðlinum X hava teir báðir menninir eisini deilt eina mynd av sær ílatin amerikansku stjørnurnar og strikurnar og halda eina stóra mynd av komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

- Make Greenland Great Again (ger Grønland stórt aftur, red.), skrivar Nelk Boys í uppslagnum.

 

/Ritzau/