Gamla Manchester United stjørnan, fraklendingurin, Eric Cantona dámar væl at hava nakrar skeivar vinklar uppá altjóða fótbólt, bæði á Eurosport og á Instagram.
Serliga hársniðið hjá brasilska Neymar er ikki farið framvið hjá Eric Cantona, og Eric Cantona hevur nú lagt eina mynd út á Instagram har hann ger gjøldur við nýggja hársniðinum hjá Neymar.
Eric Cantona hevur koyrt spagetti yvir høvdið hjá sær fyri at "líkjast" Neymar.
Fyri at vísa hvussu nógv spagettihárið hjá honum minnir um hársniðið hjá Neymar heldur Eric Cantona einari mynd av Neymar í hondini.
Í í HM-endaspælinum í Japan og Suðurkorea í 2002 hevði gamli Ronaldo hjá Brasil eitt serligt hársnið, har hann rakaði alt burtur uttan tað fremsta av fruntinum. Brasil vann HM-gull tá. Nú vóna brasiliumenn, at eydnan verður teimum blíð aftur.