Cantona: Ronaldo skilir ikki at hann ikki er 25 ár longur

Eric Cantona finst at Cristiano Ronaldo fyri ikki at góðtaka, at hann er vorðin gamal sum fótbóltsleikari

Í samrøðu við Piers Morgan helt Cristiano Ronaldo fast við, at hann framvegis kann avrika líka nógv á einum fótbóltsvølli, sum hann gjørdi tá hann var í 20-unum og fyrst í 30-unum.

 

Í samrøðu við italska fótbóltsmiðilin, Calciomercato heldur franska Manchester United-legendan, Eric Cantona fyri, at skjótt 38 ára gamli Cristiano Ronaldo má læra seg at góðtaka, at hann fótbóltsliga ikki er ungur longur. 

 

- Tað eru tvey sløg av veteranum. Teir sum vilja spæla allar dystir, tí teir halda, at teir framvegis eru 25, og so eru tað teir sum góðtaka, at teir ikki longur eru 25 ára gamlir, og teir eru har fyri at hjálpa teimum ungu leikarunum, og teir vita, at teir kunnu ikki spæla allar dystirnar. Men teir eru greiðir yvir, at teir fara at fáa sínar góðu løtur, sigur Eric Cantona við greiðari tilsiping til Cristiano Ronaldo, ið var dansandi óður um, at hann mátti sita á beinkinum hjá Manchester United í fjør heyst.

 

Eric Cantona nevnir leikarar, ið dugdu at skifta leiklut tá teir gjørdist eldri leikarar: - Tað eru leikarar, ið hjálpa teimum ungu leikarunum. Zlatan Ibrahimovic ger tað enn í AC Milan, og Maldini gjørdi tað eisini tá hann var í AC Milan. Ronaldo skilir ikki, at hann ikki longur er 25 ára gamal. Hann er blivin eldri, og er ikki greiður yvir hetta. Ístaðinfyri at vera ónøgdur um ikki at sleppa at spæla, so skuldi hann góðtikið sína støðu og sagt: "Eg eri ikki 25 ár longur. Eg kann ikki altíð spæla, men eg kann hjálpa teimum ungu og góðtaka mína støðu", sigur Eric Cantona í samrøðuni við Calciomercato.

 

Eric Cantona spældi við Manchester United millum 1992 og 1997. Hann skoraði 82 mál í 185 dystum, og var við til at vinna Premier League fýra ferðir.