Fabio Capello hevur nú lagt rygg til sít fyrsta tap, sum venjari Onglands. Onglendingar taptu 1-0 á Stadé de France leikvøllinum í París í gjárakvøldið, Franck Ribery skoraði einasta málið í dystinum við brotssparki, tá var farið um tann hálva tíman. Kortini er Fabio Capello rættuliga væl nøgdur: ?Eg bar eyga við nakrar veruligar batar. Vit leiktu ímóti einum av Heimsins fremstu fótbóltstjóðum, og vil eg siga, at vit leiktu rættuliga væl. Vit lótu ikki mótstøðumennirnar spæla sítt spæl, og eg haldi, at vit leiktu serliga væl í 1. hálvleiki.? David Beckham fekk loksins sín landsdyst nr. 100, og var rættuliga rørdur aftaná dystin. Capello skifti Beckham út eftir, at 63 minuttir vóru leiktir. ?Mær tørvar at síggja allar leikarnar í dysti, hetta fyri at kunna fáa eina mynd av hvørjar leikarar vit skulu nýta til HM-undankappingina. David Beckham var kropsliga væl fyri, og kundu leikt longur. Eg skifti hann út, tí mær tørvaði at síggja fleiri leikarar.? segði Fabio Capello. Ensku tabloidbløðini eru kortini ikki líka nøgd, og summi geva ilt av sær. Á kjaktorgunum finnast eisini nógvir misnøgdir enskir fjepparar.