Carita Bjørklund gevst sum formaður

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag seinastu seks árini, Carita Björklund, boðar nú frá at hon stillar ikki upp aftur sum formansvalevni á aðalfundi felagsins, sum verður 24. februar 2004. Hetta stendur at lesa í oddagreinini í Pedagog-blaðnum fyri desember 2003. Blaðið kemur út fýra ferðir um árið og verður sent limum í Føroya Pedgogfelag ókeypis.