Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, var í gjár í Stockholm og greiddi svensku stjórnini frá teimum sjónarmiðum, sum danska stjórnin hevur sum grundarlag fyri avgerðini um at herða eftirlitið við danska markið við eitt nú Oyrasund.
Men tað er ikki líkt til, at tað eydnaðist henni at sannføra sviar um, at Danmark ger tað, sum er rætt. Í hvussu er skrivar svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, í dag, at sviar eru ikki fegnir um ta donsku ætlanina. Hann heldur tað vera týdningarmikið, at Skåne og Sjælland nærkast hvør øðrum, so hvørt sum samskiftið um Oyrasund økist.
Svenski uttanríkisráðharrin leggur dent á, at tað eru ikki danir, men ES-nevndin, sum ger av, hvussu langt Danmark kann fara, og at tingingar millum donsku stjórnina og ES-nevndina skulu gera av, um tað danska stigið er í samsvari við teir ymsu millumlanda sáttmálarnar, sum Danmark hevur staðfest.