Carlsberg hevur seinastu 16 árini verið høvuðsstuðul hjá Liverpool. Keld Strudahl, umboð frá fyritøkuni, staðfesti, at teir eru sera væl nøgdir við samstarvið, men Carlsberg sær fegin, at eigararnir Tom Hicks og George Gillett skjótt avgerða, hvat ætlanin er við felagnum. - Vit vilja vita, um teir ætla at selja ella varðveita felagið. Vit eru misnøgdir við, at teir lyftið um nýggjan leikvøll ikki verður hildið. Felagið er í vanda til teir taka eina avgerð, sigur Keld Strudahl við danska Tipsblaðið.