Ein av teimum, sum hevur verið raktur av mynstringarbanninum hjá Fiskimannafelagnum, er mynstraður við aftur Carlton. Jan Højgaard slakar tó ikki. Carlton loysti á midnátt leygarkvøldi 8. mars og hevur nú verið til fiskiskap í meira enn níggju vikur uttan limirnar hjá Fiskimannafelagnum, sum eru raktir av mynstringarbanni.
Men nú hevur ein av manningini, sum higartil hevur verið limur í Fiskimannafelagnum, valt at fara umborð aftur. Tað váttar reiðaríið fyri Rás2.
Carlton roynir í løtuni eftir svartkjafti undir Føroyum. Skipið landar í Hetlandi, tí Føroya Arbeiðarafelag blokerar skipinum, sum tí ikki sleppur at landa í Føroyum.
Sambært Hanusi Hansen, reiðara, er fiskiskapurin hjá Carlton rímiligur. Hetta er besta tíðin til fiskiskap, og hóast hann ikki ynskir at upplýsa hýruna hjá manningini, so heldur reiðarin at hýran hevur verið ?á góðari leið? síðstu mánaðirnar.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagum, heldur fast um mynstringarbannið. Tí er maðurin, sum er mynstraður við aftur Carlton, nú strikaður sum limur í FF.
Einki røkist annars fyri semju í drúgvu trætuni millum Fiskimannafelagið og reiðaríið hjá Carlton.
- Tað ber snøgt sagt ikki til at reka skipið, um vit ganga krøvunum frá Fiskimannafelagnum á møti, sigur Hanus Hansen við Rás2.
Fiskimannafelagið krevur at manningin skal lønast eftir sáttmálanum fyri ídnaðarskip, har býtisprosentið til manningina er 27. Reiðaríið vil hava at manningin verður lønt eftir sáttmálanum fyri nótaskip, har hýruprosentið er 17. Tó hevur reiðaríið hjá Carlton higartil rindað manningini góð 23 prosent í hýru.