Carragher og Neville hava valt besta mótstøðuliðið

Liverpool-legendan, Jamie Carrragher og Manchester United-legendan, Gary Neville hava valt besta mótstøðuliðið teir hava møtt

Nógv tey best umtóktu liðini, og nógv tey mest vinnandi liðini í ensku fótbóltssøguni, Liverpool og Manchester United dystast á Anfield leikvøllinum í Liverpool í kvøld klokkan 20.

 

Saman við "El Classico", dystinum millum FC Barcelona og Real Madrid er dysturin millum Liverpool og Manchester United tann fótbóltsdysturin í einari ligu, sum hevur flest sjónvarpshyggjarar. Bert avgerandi dystir í Champions League og í HM-endaspølum klára at sláa tey hyggjaratølini.

 

Í samband við brakið millum teir báðar søguligu størstu risarnar í enskum fótbólti hava tvær legendur valt besta mótstøðuliðið teir hava spælt ímóti hjá hvørjum øðrum.

 

Liverpool-legendan, Jamie Carragher og United-legendan, Gary Neville eru starvsfelagar á SkySports, og báðir eru sera dugnaligir viðmerkjarar hjá SkySports, og hartil sera vælumtóktir og humoristiskir viðmerkjarar.

 

Jamie Carragher hevur valt tað besta Manchester United liðið út frá teimum United-spælarunum hann hevur spælt ímóti, og tað liðið sær soleiðis út :

 

Peter Schmeichel; Gary Neville, Rio Ferdinand, Nemanja Vidic, Patrice Evra; Cristiano Ronaldo, Roy Keane, Paul Scholes, Ryan Giggs; Wayne Rooney, Ruud van Nistelrooy.

 

Gary Neville hevur valt tað besta Liverpool liðið út frá teimum Liverpool-spælarunum hann hevur spælt ímóti, og tað liðið sær soleiðis út :

 

Pepe Reina; Marcus Babbel, Stephen Henchoz, Sami Hyypia, Jamie Carragher; Steven Gerrard, Javier Mascherarno, Xabi Alonso, John Barnes; Michael Owen, Ferando Torres.

 

Gary Neville og Jamie Carragher hava sostatt valt hvønn annan, og tað fer ikki at gera arbeiðslagið verri á SkySports. 

 

(Kelda: SkySports)