Carragher sigur framvegis nei til landsliðið

29 ára gamli Liverpool-verjuleikarin var sera misnøgdur við ikki at fáa nóg nógvar møguleikar at vísa sínar dygdir á enska landsliðnum meðan Steve McClaren ráddi fyri borgum. ?Eg eri nøgdur við støðuna, sum hon er nú. Og eg síggji onga grund til at broyta hesa støðuna.? sigur Jamie Carragher við BBC. Røddir eru frammi um, at nýggi venjarin hjá Onglandi, Fabio Capello fer at royna at yvirtala Carragher at koma aftur á enska landsliðið. Carragher spældi sín fyrsta landsdyst ímóti Ungarn, 28. apríl í 1999. Hann spældi sín 34. og higartil síðsta landsdyst hin 3. juni 2006, tá Ongland vann 6-0 á Jamaica. Hann valdi at droppa landsliðið, tá hann sá, at Rio Ferdinand, Sol Campell, Jonathan Woodgate og Ledley King vóru valdir framum hann. Carragher er tó fyrsta val hjá Rafa Benitez, og er saman við Gerrard og Torres millum best umtóktu leikarnar hjá Liverpool-viðhaldsfólkunum. Ongland leikar sín fyrsta dyst undir Capello 6. februar. Hann verður á Wembley, og mótstøðuliðið verður EM-vertslandið, Sveis.